- Tað er positivt, at vøkstur er í búskapinum. Men stóri vøksturin setir spurningin, um vit eru um at missa tamarhaldið á búskapinum.
So bersøgin er formaðurin í Búskaparráðnum, Jørn Astrup Hansen, um støðuna í Føroyum í dag.
Hann vísir á metlága arbeiðsloysið, sum hann metir vera ein trupulleika.
- Í einum framhaldandi vøkstri verður eftirspurningur eftir tilfeingi, ið ikki er til staðar, sigur Jørn Astrup Hansen, sum vísir á, at hetta viðførir vaksandi útreiðslur og størri útflutning.
Neyðugt við innfluttari arbeiðsmegi
Formaðurin í Búskaparráðnum heldur, at um búskaparvøksturin skal halda fram, er neyðugt at innflyta útlendska arbeiðsmegi.
- Um eftirspurningurin í einum landi við fullari innlendis arbeiðstøku sleppur at vaksa, vendir eftirspurningurin seg móti innfluttum vørum. Føroyski framleiðslumegin er jú fullkomiliga tránýtt, sum er, sigur Jørn Astrup Hansen.
Hann vísir á, at tað er gott við stórum búskaparvøkstri – í bruttotjóðarúrtøku – men neyðugt er at tryggja neyðugu arbeiðsmegina til at nøkta eftirspurningin.
- Annars missa vit tamarhaldið á útreiðslunum. Føroysku fyritøkurnar missa kappingarførleikan á útlendska marknaðinum, og so veksur undirskotið á handilsjavnanum. Og tá blokkstuðulin ikki longur kann dekka undirskotið, kunnu vit vera í holt við at skapa okkum trupuleikar, sigur Jørn Astrup Hansen.