Hjalti í Jákupsstovu
Eyðstein Poulsen finnst at Fiskirannsóknarstovuni í grein í bløðunum19 og 20 september 2006
Eg skal eftir førimuni royna at svara..
Eyðstein sigur at FRS ikki dugir at seta sær rættar og við komandi spurningar
Eingin lóg er fyri Fiskirannsóknarstovuna annað enn í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum í grein 5 Stk. 11 sigur:
Fiskirannsóknarstovan er fyrisitingarliga skipað undir landsstýrismanninum og letur landsstýrismanninum upplýsingar viðvíkjandi støðuni í fiskastovnunum og vísindarligar tilráðingar og metingar samsvarandi endamálinum í hesi lóg
Setningurin Fiskirannsóknarstovan arbeiðir eftir er tó víðari :
Fiskirannsóknarstovan er granskingarstovnur, ið hevur til endamáls at gera kanningar av livandi tilfeinginum og tess umhvørvi í føroyskum sjógvi og á teimum havleiðum, har føroyska fiskivinnan hevur áhugamál, at menna fiskiskap og reiðskap, at kunna landsins myndugleikar, fiskivinnu og almenningin um granskingarúrslit og at ráðgeva um burðardygga gagnnýtslu av livandi tilfeinginum og tess umhvørvi.
Henda setning hevur Landsstýrið fingið til umrøðu fleiri ferðir, uttan at mótmæla, ella leggja nakað afturat, so tað verður roknað við, at hetta er góðkent.
Hvat Fiskirannsóknarstovan hevur gjørt ár um annað fyri at fylla setningin sæst á heimasíðuni HYPERLINK "http://www.frs.fo" www.frs.fo og í ársfrágreiðingunum, sum eisini finnast á heimasíðuni.
Fiskirannsóknarstovan tekur fegin við uppskotum til broytingar og víðkan av setninginum, og hvørjar relevantar spurningar, vit eiga at seta.
Hvør skal kanna Fiskirannsóknarstovuna.
Eg eri púra samdur við Eyðstein í, at ógegni ikki má spilla kanningina. At gera eina tílíka kanning krevur ein førleika, sum mær vitandi einki felag ella einstaklingur í Føroyum hevur. Serliga tá teoriin fyri vistfrøðiligum kanningum skal viðgerast. Viðvíkjandi gegni, so er ikki í uppskotinum frá okkum, at nýta ráðgevar knýttar at ICES til endamálið. Men heldur ikki at nýta fólk í andstøðu til ICES.
Upprunaliga vóru tað framstandandi løgtingslimir í samgonguni, ið kravdu at Fiskirannsóknar-stovan skuldi kannast. Hesum hava vit einki í móti, serliga tí áhaldandi kritikkurin gongur út yvir starvsfólkið, ið eftir mínum tykki ger eitt gott arbeiði. Vanligt er, at fyritøkur lata seg kanna av serligum ráðgevum fyri at kunna liva upp til tey krøv, sum vandni keyparin krevur, til dømis ISO 9000 góðkenningar. Hetta kann sjálvandi eisini gerast fyri ein almennan granskingarstovn. Spurningurin verður tá: Arbeiðir stovnurin eftir setninginum, nýtir hann tilfeingið (játtan og fólk) skilagott, eru mannagongdirnar í lagi, eru avrikini nóg góð og so frameftir.
Fiskimaðurin kann ikki verða yvirsæddur av granskingini, sigur Eyðstein.
Ein stórur partur av vitanini til stovnsmetingarnar kemur frá dagbókum frá fiskiskipum. Ikki allar dagbøkur verða førdar so væl sum ynskiligt, og tí hevur Fiskirannsóknarstovan valt út nøkur skip úr hvørjum bólki, har dagbøkurnar eru álítandi. Hesar siga okkum, hvussu veiðan hevur hildnast í mun til royndina, hvussu veiðan er í ymsu økjunum og so frameftir. Saman við prøvum av fiski frá landingum og kanningum við Magnus Heinasyni eru dagbøkurnar grundarlagið undir stovnsmetingunum.
Á hvørjum ári verða nógvir toskar merktir og sleptir útaftur, og nógvir verða fiskaðir aftur. Undirtøkan er sera stór fyri at lata Fiskirannsóknarstovuni merkir, at siga frá nær og hvar merktu fiskarnir eru fiskaðir, og at lata stovninum allan merkta fiskin ókruvdan. Hetta eru vit sera takksom fyri, eisini tí at hetta gevur høvi til at tosa við nógvar fiskimenn.
Harumframt vórðu í eini spurnaðarkanning fyri nøkrum árum síðan, allir skiparar og útróðrarformenn, ið høvdu verið úti undir Føroyum til fiskiskap eina ávísa viku, spurdir ein hóp av spurningum: Eisini um hvat teir hildu, at Fiskirannsóknarstovan skuldi gera. Úrslitini eru at finna í bóklinginum Seismikkur og fiskiskapur-Hvat siga fiskimenn frá 2002. Hesa kanning hava vit nýtt nógv í okkara arbeiði.
Tað er eitt ótal av faktorum, ið ávirka okkara náttúrutilfeingi, sum fiskifrøðingar ikki taka hædd fyri, sigur Eyðstein.
Hetta er uttan iva rætt. Men vit savna tilfar um streym, hita og saltinnihald við Føroyar, vit kanna gróðurin undir Føroyum hvørt summar, og vit kanna, hvat og hvussu nógv toskur hýsa og upsi etur. Hetta fyri alla tíðina at betra um okkara kunnleika til samanhangirnar millum umhvørvi og fiskastovnarnar og teirra millum.
Skeivt samansett hagtøl.
Hesa ábreiðslu frá Eyðstein skilji eg ikki. Ein av stóru fyrimununum við skipanini við fiskidøgum er, at hagtølini eru roknaði sum álítandi. Eru tey ikki tað, er okkurt spinnandi galið, og so vilja vit gjarna frætta nærri. Magnus Heinason ger tvær stórar yvirlitstrolingar um árið. Á hesum verða 100 trolstøðir tiknar um várið og 200 um heystið um allan Landgrunnin. Ætlanin er, at tær skulu geva eina mynd av, hvat er at fáa undir vanligum viðurskiftum, bæði góðum og vánaligum. Roynt hevur verið øll árini við sama slag av útgerð á somu leiðum. Afturlítandi lýsa hesar kanningar sera væl gongdina í stovnunum av toski og hýsu.
Posamatur er ódrúgvur.
Veiðan í miðal av toski og hýsu á Landgrunninum og Føroyabanka tilsamans í tíðini 1960-2003 hevur verið ávikavist 28 000 og 16 700 tons av ósløgdum fiski, og av upsa í tíðini 1980-2003 í miðal 39 000 tons av ósløgdum. Summi ár hevur veiðan verið stór, onnur minni. Men í miðal er hetta veiðan og tann framleiðsla, vit kunnu rokna við frameftir. Í einhvørjari skipan, antin tað er við døgum ella við kvotum, er tað hesar nøgdir øll skip og bátar í bólki 2,3,4 og 5 skulu býta, tá bólkur 1 og útlendingar, vit hava avtalu við, hava fingið sítt. Tað er tí neyðugt, at veiðiorkan er lagað til hendan veruleikan. Sum øll vita, eru árgangir av fiski ymiskir, viðhvørt stórir og viðhvørt smáir. Skal nakað vera at fiska, tá smáir árgangir koma, og skulu stovnarnir vera gýtingarførir samstundis, er neyðugt at fiska minni enn gjørligt, tá nógv er at fáa, fyri at hava nakað niðurfyri at drýggja til verri tíðir. Hetta kallaði gamli føroyingurin at húsast, og tað er einki annað enn hetta, Fiskirannsóknarstovan mælir til.
Fiskirannsóknarstovan hevur í fleiri ár mælt til at minka dagatalið, tí veiðiorkan hevur verið mett ov stór til at loyva nakrari drýggjan. Men hetta hevur Løgtingið ikki tikið til eftirtektar. Hjá einstaka skipinum ella útróðrarmanninum er tað sjálvandi tungt at góðtaka niðurskurð í døgum, tá dagarnir frammanundan eru fáir, og fiskiskapurin eftir toski er vánaligur. Tí hetta skuldi sjálvandi verið gjørt tá fiskiskapurin var góður Men tað er ikki rætt at leggja eftir Fiskirannsóknarstovuni fyri hetta. Hon er bara boðberin. Ábyrgdina hevur Løgtingið, ið ikki hevur rygg til at húsast við náttúrutilfeinginum, tá nógv er til.