Um 20 ár hava vit einki antibiotika sum virkar

Mótstøðuførar bakteriur eru ein líka stór hóttan sum eitt vanlukkuligt yvirgangsálop, ein heimsumfatandi influensa ella ein flóðalda

Tað segði heilsustjórin í Bretlandi, Dame Sally Davies, tá hon nú um dagarnar var á fundi við vísindanevndina hjá parlamentinum í London. Hon segði, at brunasjúkur, sum heilivágur ikki rínur við, gera støðugt meiri og meiri um seg í Bretlandi. Og hon málaði eina daprta mynd av støðuni um eini 20 ár:

-Vanligar skurðviðgerðir kunnu elva til, at sjúklingurin doyr av heilt vanligum bruna, tí vit hava einki antibiotika, sum virkar, segði Dame Sally Davis á fundinum.

Bretar avmarka nýtsluna
Tann avgerandi trupulleikin er, at nýtslan av antibiotika hevur gjørt, at fleiri og fleiri bakteriur gerast mótstøðuførar, soleiðis at antibiotika rínur ikki við tær. Samstundis er tað ein stórur trupulleiki, at heilivágídnaðurin ger alt ov lítið fyri at menna nýggj sløg av antibiotika.
Bretski heilsustjórin sigur við blaðið The Guardian, at meðan heilivágídnaðurin brúkar nógva orku upp á at menna heilivág til at viðgera sjúkur so sum ov høgt blóðtrýst og hjartasjúkur, verður lítið gjørt við at menna nýggj sløg av antibiotika.
Bretska heilsuverkið hevur ásannað, at bretar brúka ov nógv antibiotika, og júst í hesum døgum hava myndugleikarnir sett í verk eitt átak, sum skal fáa læknar og stovnar til at avmarka nýtsluna.
Á fundinum við vísindanevndina hjá Parlamentinum segði Dame Sally Davis, at heldur verandi gongd fram, ganga ikki mong ár, til vanligar krabbameinsviðgerðir mugu steðga, og at ymsar viðgerðir, sum vit í dag kalla einfaldar, kunnu elva til lívshættisligar bruna.

Tola tað sterkasta
Trupulleikin við mótstøðuførum bakterium og virusi er ikki íkomin nýliga, men tey seinastu árini eru hesar bakteriurnar veruliga farnar at gera vart við seg.
Í Bretlandi hava heilsumyndugleikarnir millum annað skrásett støðugt fleiri bakteriur, sum standa seg ímóti sjálvt teimum sterkastu sløgunum av antibiotika, teimum sokallaðu karbapenemunum. Í 2003 skrásettu myndugleikarnir trý dømi av bakterium, sum kláraðu so sterkt antibiotika. Í 2011 vóru dømini 217, og tað er einki, sum bendir á, at tey fara at fækka, skrivar The Guardian.