Um 20 hval løgdu beinini

Tað var ein lítil grind, sum legði beinini í Leynum í morgun. Sambært politinum er talan um gott 20 hval.

 

Grindin varð sædd av landi út fyri Skælingi, tá grindaboðini bórust.

 

Einir 10 bátar vóru við í drápinum og um 100 grindamenn, og drápið gekk skjótt og væl.

 

Tá talan er um so lítla grind, so verður valla talan um meira enn drápspartar