Vitt er til veggja í hesum rúmsátta hugtaki, sum júst í hesum døgum hoyrist úr Íslandi um øll heimsins høv og lond, nú forseti Íslands, Ólafur Ragnar Grímsson, sýtir fyri at staðfesta Icecave-lógina, sum nýliga varð samtykt í Altinginum. Málið skal til fólkaatkvøðu, sigur forsetin, sum sigur seg tá bert fylgja teirri demokratisku mannagongd, sum nú valdar í øllum tí nýggja Europa.
Hetta er lætt lop um rapaða garðin, tí forsetin veit, at íslendska fólkið í túsundtali hevur gingið kravgongur í Reykjavíkar gøtum og á tann hátt lýst sína støðu í málinum.
Fólkið krevur, at úlvarnir, teir, sum hava rænt fæ landsins og krógvað tað burtur, verða revsaðir, og ikki tey, sum einki hava fingið av gulli og góðsi. Men tað smakkar best í hesum døgum at skáka sær undan og gloyma, at valdið og ræðið á øllum heimsins viðurskiftum – bæði fíggjarligum og politiskum – hevur alla tíðina ligið í hondum fólksins, og tí eigur fólkið evstu ábyrgdina.
Og umheimurin øtast við, tá nú Altingið síðst í farnu viku strikar sína egnu samtykt og til fulnar tekur undir við forsetans “góðu og demokratisku europeisku siðvenju” og snarar málið til fólkaatkvøðu, hvørs úrslit longu er øllum greitt. Og tað rínir ikki á, at hesar avgerðir bera brá av avtalaðum spæli!
Einum kemur til hugs orð íslendingsins, tá hann í skemtiløtu verður lagdur undir at svara føroyinginum: Ney, ney, blessaður, egg bara seyð so. Teir høvdu lovað burtur olmussu á vandamiklari sjóferð og høvdu akkurát sjabbað land upp. Sjáldan rýkur av ongum brandi, verður sagt.
Hetta íslendska fyribrigdið verður eisini viðgjørt av Bjørnstjerne Bjørnson í brævi, hann á heysti 1867 skrivar til vinmannin Hilmar Finsens, ið tá var stiftamtmaður og landshøvdingi á Íslandi, soleiðis:
- Hvad der er offentliggjort om de islandske Forholde vidner vistnok om meget mangelfuld dansk Administration, men det vidner ogsaa om saamegen islandsk Vrangvilje og dum Umedgjørlighed, at det er godt, Islænderne i saa eminent Grad have sig selv til Venner, thi de have nu vist ingen anden – om de ogsaa have havt. Dertil maa det forbavse Enhver, at Islænderne have forstaaet saa lidt at arbejde for sig selv baade før og nu. Den samme blinde Egenkjerlighed, som de nu vise ligeoverfor Danmark, maa de før have vist og vise, den Ene ligeroverfor den Anden, og Alle ligeoverfor det Hele.
- Í einum øðrum brævi seinni sama heystið skrivar hann aftur til Hilmar Finsen og staðfestir so beinrakin: Jeg er vis paa, at den danske Rigsdag og Presse vil have Forstand til at overlade Island til sig selv, og da lade dets Hjælpekilder selv grave sig sine veje. (Símun av Skarði í Varðanum, bind 12).
Enn er langt á mál, men vónin er tó lív lagað tey komandi tólv hundrað árini.
Lopra, tann 11. januar 2010










