Sjálvstýrisflokkurin fer ikki í samgongu uttan lyfti um 1000 fleiri útbúgvingarpláss til hægri lesnað í Føroyum. Tað sigur Kári Á Rógvi, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, sum vil hava 1000 fleiri lestrarpláss í Føroyum.
Tað kom fram á politiska kjakfundinum, sum MFS skipaði fyri í Miðlahúsinum í gjárkvøldið.
Skulu 1000 fólk afturat lesa hægri lesnað í Føroyum afturat, fer tað at kosta 60 milliónir krónur í lestrarstudningi, er metingin úr Mentamálaráðnum.
Men næmingarnir skulu eisini undirvísast og hava eitt stað at undirvísast í.
- Tað kostar 60 milliónir krónur afturat, metir Kári á Rógvi.
Tað vil siga 120 milliónir krónur í alt, sum skulu fíggjast yvir eitt fýra ára tíðarskeið, stendur tað til formannin í Sjálvstýrisflokkinum
Kári á Rógvi vísti á, at um fleiri føroyingar byrja sín hægri lesnað í Føroyum, fara tey seinni uttanlands í lestrarørindum, og tá eru líkindini, at tey koma heimaftur, størri.