Ulrike Steuerwald heiðrað

Hósdagin handaði GSD, sum er fel­agið fyri før­oyingar við goymsl­­­u­breki­fel­­a­g­ið Ul­rike Ste­u­er­wald heið­urs­bræv, har hon varð til­nevnd heið­urs­lim­ur í fel­ag­num. Heiðurin varð givin fyri stóra arbeiðið, hon ger fyri før­oyingar við Glyk­ogen goymsl­u­breki.

Síðani 1995 hevur Ulrike Steuer­wald gjørt eitt stórt ar­beiði fyri føroyingar við GSD typu 3a. Uttan hennara hjálp høvdu sjúklingar við hesi sjúku ikki fingið nóg góð­a viðgerð. Saman við GSD fel­ag­num hevur hon skipað fyri fleiri námsskeiðum. Við hjálp og ráðgeving, og við at fáa samband í lag við ser­frøð­ing­ar, hevur hon gjørt tað møg­uligt hjá føroyingum við GSD3a at fáa eina breiða vit­an um sjúkuna, soleiðis at tey nú kunnu liva so at siga uttan sjúkueyðkenni.

Í heiðursbrævinum til Ul­rike sigur GSD felagið so­leiðis:
Við hesum heið­urs­brævi verður Ulrike Steuer­wald­ til­nevnd til heiðurslim í GSD fel­ag­num.

Ulrike Steuerwald verður við hes­um heiðursbrævi til­nevnd heið­urs­limur fyri tað stóra ar­beiði, hon ger fyri før­­oy­­ingar við Glykogen Goymsl­­u­breki, Glycogen Stor­age Disease.

Ulrike Steuerwald hevur við sínum góða hjartalagi og ar­beiðs­semi sýnt føroyingum við GSD ómetaliga stóra um­sorg­an.

Ulrike Steuerwald hevur lagt nógv fyri, og hevur stríðst fyri at savna vitan til fólk við GSD.

Hjart­aliga takka vit Ulrike Steuerwald fyri, at hon í so mong ár áhaldandi hevur ver­ið til reiðar at hjálpt og stuðla før­oy­ing­um við GSD.