Ulrik Wilbek áhugaður í Sveini

Mest vinnandi danski landsliðsvenjarin í hondbólti nakrantíð, Ulrik Wilbek, ið nú venur mansliðið hjá Viborg, hevur víst unga Sveini Justinussen úr StÍF áhugaÍ nítiárunum vann danska kvinnulandsliðið í hondbólti bæði OL, HM og EM undir leiðslu av Ulrik Wilbek. Nú er kendi danin venjari hjá mansliðnum hjá Viborg HK, ið til dagligt leikar í næstbestu donsku deildini. Viborg HK er kent sum eitt felag, ið strembar høgt, og í løtuni liggur liðið á odda í næstbestu deildini. Í hópinum hjá Viborg er m.a. strikuspælarin á danska landsliðnum, Michael V. Knudsen, ið herfyri bleiv kosin besti strikuspælarin í EM-endaspælinum, har danir vunnu bronsu. Ein annar kendur leikari í felagnum, er vongurin Nikolai Jacobsen, ið herfyri vendi aftur til Danmarkar eftir at hava leikt fleiri ár í tðska stórfelagnum THW Kiel.

Sveinur visti av ongum
Sosialurin hevur frá fólki í Hondbóltsambandi Føroya fingið at vita, at Ulrik Wilbek herfyri bað um at fáa videoupptøkur av Sveini, um tað var gjørligt. HSF hevur tískil sent eitt band av landsdystinum millum Føroyar og Noreg á Hálsi tann 10 januar, har Sveinur av álvara gjørdi um seg.
Tá ið vit ringdu til Svein mánadagin fyri at vita, hvat hann helt um áhugan frá Ulrik Wilbek, gjørdist Sveinur kløkkur, tí hann visti av ongum. - Hatta veit eg einki um, men tá tú hevur tað frá HSF, so má tað passa, sigur Sveinur Justinussen. Sjálvandi er tað spennandi, og at Ulrik Wilbek er venjari, ger tað ikki minni spennandi, sigur ungi hondbóltsleikarin. Í løtuni gongur Sveinur Justinussen í studentaskúla á Kambsdali, og gongur alt eftir ætlan kemur húgvan á høvdiuð í summar. Sveinur hevur áður sagt við fjølmiðlarnar, at hann ongan veg fer, áðrenn skúlin er liðugur, men at hann er áhugaður í at fara til Danmarkar at royna seg. Sveinur sigur, at fær hann eina innbjóðing frá Viborg til eina royndarvenjing, so fer hann avstað, um tað liggur fyri, tí tað er ein stór avbjóðing at fáa.