Ulrik Wilbek fer at tosa um leiðsluroyndir í Fuglafirði

Fyrrverandi danski hondbóltslandsliðsvenjarin, Ulrik Wilbek, fer at halda fyrilestur í Mentanarhúsinum undir heitinum »Frá landsliðsvenjara til borgarstjóra«.

Ulrik Wilbek er helst best kendur sum hondbóltsvenjarin, sum flutti danskan kvinnuhondbólt upp á hægstu tindar miðskeðis í nítiárunum við at vinna OL, HM og EM og fyri síðani vinna tvey EM og kom í tvær HM finalur við danska manslandsliðnum nakað væl seinni.

Ulrik hevur eisini skrivað fýra bøkur, hevur hildið fyrilestrar um sínar royndir sum menniskja og sum leiðari. Í dag er hann borgarstjóri í Viborg Kommune.

Fríggjakvøldið tann 1. mai kann Ulrik Wilbek upplivast í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har hann fer at fortelja um sítt lív og fer at nema við sínar leiðsluroyndir eisini, skriva Fuglafjarðar Kommuna og Mentanarhúsið í Fuglafirði, sum skipa fyri tiltakinum.