Ullavirkið letur aftur

Sosialurin greiðir í kvøld frá, hvuusu bretar gagnnýta ull til bjálving. Í Føroyum er trupult at fáa ullavinnuna at bera seg, og nýtt ullavirki í Klaksvík letur aftur í næstum Bretar hava havt sama trupulleika sum føroyingar í ullavinnuni. Prísirnir fyri ull hava verið so lágir, at bóndir hava ikki tíma at selt ullina.

Men í mun til í Føroyum hava bretar bæði eina felagsuppkeypingarskipan, alternativur ullavinnur hava megna at fingið fígging, og staturin hevur víst áhuga at stuðla ullavinnuni við at keypa til dømis ullabjálving til almenna bygging.

Olga Biskupstøð er stjóri á nýggja ullavirkinum í Klaksvík, Filana. Tey hava sett gongd í aftur gamla spinnaríðið og hava keypt tonsavís av ull frá bóndum. Men fíggingini hevur manglað, til veruliga at seta gongd í framleiðsluna.

- Vit hava eina góða rávøru, og góðar marknaðarmøguleikar. Men tað er dýrt at seta gongd í framleiðsluna. Vit hava funnið út av, at tað loysir seg best at nappa ullina í Kina og vaska hana í Íslandi, men vit fáa ikki byrja hetta samstarvið, tí pengarnar mangla, sigur hon. Tí verður fyritøkan væntandi stongd og seld í næstum.

Sí annars meira í Sosialinum í kvøld