? Vinstriflokkurin hevur leingi sagt, at tað eru føroyingar, sum avgera sína framtíð og hetta verður eisini tað, sum verður samtykt í dag, men kortini dylja vit ikki fyri, at vit heldur enn fegin lata ríkisfelagsskapin halda á.
Tað, sigur Ulla Tørnæs, framsøgufólk hjá Vinstra í føroyskum viðurskiftum.
Hon sigur, at føroyingar onga orsøk hava at óttast fyri, at danska fólkatingið fer at mana spøkilsir úr fortíðini framaftur, m. a. við at krevja av stjórnini, at hon leggur eitt alternativt uppskot fyri føroyingar.
? Hóast vit vilja hava ríkisfelagsskapin at halda fram, so eru tað føroyingar, sum hava avgerandi orðið at siga, tá til stykkis kemur.
Stjórnin leggur í dag eina frágreiðing um samráðingarnar við føroyingar fyri fólkatingið og Ulla Tørnæs roknar avgjørt við, at henda frágreiðing verður tikin til eftirtektar.
? Uppskotið til samtyktar gongur út uppá, at vit staðfesta ynski føroyinga, samstundis sum vit taka frágreiðingina frá Nyrup til eftirtektar. harafturat setir fólkatingið so eina 21 mans stóra nevnd, sum skal fylgja samráðingunum og tað er í stuttum tað, sum hendir í dag, sigur Ulla Tørnæs.
Hon viðgongur, at teirra ynski um at varðveita ríkisfelagsskapin fellur saman við ynskinum hjá andstøðuni í Føroyum, men hon staðfestir samstundis, at tað er semja millum landsstýrið og stjórnina um at samráðast út frá sáttmálauppskotinum.
? Hetta mugu vit staðfesta. Men vit fara ikki at binda Nyrup niður, til nakað sum helst, tí er tíðin farin frá sigur hon. Hann fær breiða undirtøku fyri at samráðast við føroyingar um sjálvsstýrið, men har verður ikki innbygd nøkur hóttan um, at danska stjórnin skal hava eitt alternativt uppskot til føroyingar, sigur hon.
Ulla Tørnæs hevði ongar viðmerkingar til kunningarfundin hjá landsstýrinum í gjár, tí hon fór ikki á fundin.
? Til tað havi eg ongar viðmerkingar.