Ull er Føroya gull

Framsýningin, sum 68 ára gamla Ása Hátún hevði í Sveis herfyri, eydnaðist sera væl, og áhugin millum fólk og fjølmiðlar var ikki heilt sørur

Ása sýndi fram hugtakandi listaverk, sum hon hevur virkað úr ull. Hon sigur seg hava fingið íblástur til listaverk síni frá føroysku náttúruni. Serliga frá barndómsárunum í Bø vesturi í Vágunum.

Tað skiftandi veðrið og tann stórsligna náttúran hava givið henni íblástur. Eisini er ullin, sum hon nýtir, haðani.

Ása hevur heilt frá barnsbeini av verið von við at arbeiða við ullini. Abbi hennara plagdi at spinna hvønn dag, og móðirin virkaði ullina. Eisini kom tað fyri, at hon litaði ullina.


Ullin fór til spillis

Eftir kríggið hava vit ikki nýtt ullina í sama mun sum fyrr, og tað heldur Ása verða spell. Hon legði til merkis í sínum arbeiði, at tey ungu lítið og einki kendu til ull. Harvið fór ein týðandi partur av okkara mentan fyri skeyti. og tí fór hon undir at arbeiða við ull. Hetta hevur hon brúkt nógv á Læraraskúlanum, har hon hevur arbeitt, og hon hevur sjálv arbeitt við ull síðani. Hon kom fram til, at ull er sera væl egnað at arbeiða við og hevur hildið áfram síðani.

Á framsýningini vóru listaverk, sum Ása hevur gjørt tey seinastu 10-15 árini.

Ása hevur eisini ferðast nógv við síni list, og hon gjørdist limur í norðurlendska listafelagnum í 1994. Hon hevur havt framsýningar Lillehammer í Noregi, í Stockholm í Svøríki, í Danmark, í Íslandi og í mars í fjør hevði hon sína egnu framsýning í Tórshavn.


Væl móttikin

Verk hennara hava verið sera væl móttikin, og framsýningin, sum var í døgunum 17. - 25. august, hevur verið væl vitjað. Bæði vanligir áskoðarar og fjølmiðlarnir hava verið og kannað framsýningina.

Tá framsýningin varð sett, spældi sveisarin Monika Stauss-Joensen, sum er gift til Leirvíkar, á violin. Willi Gohl og Ólavur Hátún fluttu eisini fram røðu.

Eitt av kvøldunum var møguleiki at smakka føroyskan mat og hoyra føroyskan tónleik. Eisini vísti Ása á hvønn hátt, hon virkar ullina.

Fleiri greinar um framsýningina og Føroyar hava verið í sveisiskum bløðum.