Ukreinar búgva í Ukreina

Ukreinar búgva í Ukreina

ikki: ukra-inar búgva í Ukra-ina

KRINGVARPIÐ: Fyri nøkrum døgum síðani søgdu flestu kringvarpsfólk UKREINA.

Knappliga kom broyting í, og nú siga mestsum øll UKRA-INA, eisini málsligir drangar. Sjónvarpið, sum hevði skrivað og sagt UKREINAR og UKREINA á føroyskum, fór knappliga at skriva og siga UKRA(-)INAR og UKRA(-)INA!?!

Man hatta vera partur av mótmálkollveltingini, sum nú ger vart við seg?

Samstundis sum hatta landsnavnið verður broytt, so tað líkist meir donskum, hoyrast hesi landanøvn í vørpunum: Grekenland, Turkíið, Polen, Italien, Ukra-ine, Ukrine o.s.fr. Tað ger kanska minni, man málhugburðurin nú vera!?

Fjølmiðlafólk! Standið nú stinn og brúkið EI-úttaluna!

 

E.S.: Størstan týdning hevur tað tó at sýna ukreinum og Ukreina samhuga, nú heimsveldistráandi land ger seg inn á Ukreina!

Ætlar Føroya landsstýri veruliga at knýta tættari samband við lond sum Russland og Kina??