Føroyar hava seinnapartin tapt 2-0 á Svangaskarði í EM undankappingardysti ímóti Ukreina. Málini fingu gestirnir miðskeiðis í 1. hálvleiki og eitt lítið korter inn í 2. hálvleik.
Ukreina, sum telist millum fimtan tær bestu fótbóltstjóðirnar í heiminum, gjørdi tað, sum teir skuldu gera. Tá ið teir høvdu fingið tvey mál, vóru teir ikki serliga áhugaðir í at leypa á. Ofta hildu teir bóltin ímillum sín aftarlaga á vøllinum.
Føroyska liðið var betri skipað, enn tað var tað í fjør, tá ið ryggur varð lagdur til fleiri stórtap. Vøllurin var bleytur og gjørdist alt meiri óslættur, og tað bar við sær, at spælið niðri á vøllinum var einki serligt.
- Eg eri nøgdur við hugburðin hjá okkara monnum, men eg harmist samstundis um, at tað var úr ikki serliga vandamiklum støðum, at ukreinar fingu møguleika at gera tvey mál, segði føroyski venjarin Jógvan Martin Olsen. Hann staðfesti eisini, at sammett við í fjør er kappingin nú um plássini millum teir fyrstu ellivu væl størri.
Ukreinska ferðalagið fer av landinum í kvøld, og føroyska ferðalagið fer í morgin úr Føroyum og til Georgia, har Føroyar skulu spæla mikukvøldið.










