Ukrainska fótbóltsstjørnan, 26 ára gamli verjuspælarin í Arsenal, Oleksandr Zinchenko, hevur í fleiri førum sagt sína hjartans meining um russiska forsetan, Vladimir Putin, eins og hann hevur sagt sína meining um russisku innrásina í heimlandi sínum, Ukraina.
Í einari samrøðu við bretska sjónvarpsprofilin, Piers Morgan, í hesi vikuni fordømir fótbóltsleikarin enn einaferð russisku krígsførsluna í Ukraina, sum nú hevur vart í meira enn eitt ár. Her sigur hann, at russiski forsetin er eitt lygivætti.
Hvat heldur tú um Putin, spyr Piers Morgan?
- Eg ynski ikki at nevna navnið á honum ella snakka um hann. Í gjár sá eg, at hann snakkaði við fleiri ungar dreingir og gentur um ein bý, sum Russland knústi - men hann gav Ukraina skyldina, sigur Oleksandr Zinchenko.
Og hann heldur fram:
- Nógv hava mist síni heim, og nógv eru deyð. Í einum djóragarði doyðu 800 djór. Hví skuldi Ukraina havt gjørt slíkt ímóti sær sjálvum, spyr hann í samrøðuni.
Seinasta árið hava vit í fleiri umførum sæð, at ukrainskir leikarar hava sýtt fyri at takka russiskum og hvítarussiskum leikarum fyri dystir eftir ítóttarkappingar, og hetta sigur ukrainski fótbóltsspælarin seg væl skilja:
- Eg fari ongantíð at góðtaka tað, sum russar hava gjørt. Vit kunnu siga, at tað eru ikki ítróttarfólkini, sum hava gjørt hetta, men tey lótu sum einki; tey tóku eingi stig. Tekur tú ikki frástøðu frá slíkum, tí tú stúrir fyri avleiðingunum, er tað syrgiligt.
Oleksandr Zinchenko heldur, at russar og hvítarussar skulu ikki kalla ukrainar brøður, sum tey áður hava gjørt.
Fótbóltsleikarin í Arsenal heldur, at bæði russisk og hvítarussisk ítrtóttarfólk eiga at verða útihýst úr øllum ítrótti, til kríggið í Ukraina er av. Sjálvur sigur fótbóltsleikarin, at hann er til reiðar at verja sítt land móti Russlandi, um boð verða eftir honum.
- Um Ukraina tørvar meg, eri eg sjálvandi til reiðar. Vit eru allir til reiðar, um landinum tørvar okkum í krígnum. Eg haldi, at eg geri størri nyttu her, men tú veitst ongantíð, hvat kemur at henda, sigur ukrainski verjuleikarin í Arsenal.