Ukrainskur journalistur læt lív

- Vitalii Derekh var kendur journalistur í økinum, har hann starvaðist, og hann ræddist ikki vandar og deyða, skrivar ein starvsfelagi.

Ukrainski journalisturin, Vitalii Derekh, doyði í gjár í einum russiskum loftálopi í sonevnda Popasnaya-økinum í Luhansk-regiónini har eysturi í Ukraina.

 

Tað skriva fleiri ukrainskir miðlar, sum eisini endurgeva søgufrøðingin, Andriy Kovalyov, ið ber hesi tíðindini á sínari Facebook-síðu. 

 

Andriy Kovalyov sigur, at teir báðir eisini hava verið starvsfelagar, og hann rósar journalistinum fyri at hava verið gávuríkur og kreativur í sínum arbeiði.

 

- Í bardøgum í gjár við russiska hersetingarvaldið doyði mín "eykabeiggi", Vitalii Derekh. Hann doyði í einum loftálopi í Popasnaya-økinum.

 

Andriy Kovalyov skrivar um vinmannin, at hann var ein kendur journalistur í økinum, har hann starvaðist, og hann ræddist ikki vandar og deyða. 

 

- Vitalii Derekh doyði fyri ukrainskum frælsi, leggur Andriy Kovalyov aftrat. Sambært ukrainskum miðlum gjørdist journalisturin 34 ára gamal.