Ukrainski havnarbýurin, Odessa, hevur fyri fyrstu ferð, síðan Russland leyp á fyri hálvum øðrum ári síðan, latið upp baðistrendurnar.
Odessa er størsti havnarbýur í Ukraina. Býurin liggur við Svartahavið og hevur herflotastøð.
Býurin er álopin ferð eftir ferð av russum, bæði við rakettum og dronum. Eftir russisku innrásina hin 24. februar í fjør, hava í hundraðatali av sjóminum ligið í sjónum út fyri býnum.
Fyri at taka atlit til tryggleikan hjá borgarunum og tí, at fleiri minur eru sprongdar við strendurnar, hevur strondin verið stongd fyri almenninginum.
Men, nú eru strendurnar latnar uppaftur, og tær eru opnar frá klokkan 08 á morgni til klokkan 20 á kvøldi.
- Tað er hernaðarliga umsitingin og býarmyndugleikarnir, sum í felag hava tikið hesa avgerð, sigur guvernørurin í Odessa, Oleh Kiper.
Í samband við upplatingina, er nøkur tiltøk sett í verk. Myndugleikarnir hava eitt nú sett upp eitt anti-minunet millum tveir pierar fyri at tryggja fólk, so tey ikki renna seg í minur.
Upplatingin av strendrunum í Odessa er eitt kærkomið andarhol hjá fólkinum í stórbýnum - eitt andarhol frá krígnum, sum Russland framvegis og áhaldandi fremur í Ukraina.
- Eg havi droymt um at fara á strondina og anda í meg sjóluftina. Hetta hevur verið ein stórur saknur. Men, tryggleikin hevur fyrstu raðfesting, sigur ein av íbúgvunum í Odessa.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi úr Ukraiina í morgun.