Russiskt vinarligu myndugleikarnir á Krim-hálvoynni siga, at oyggin hevur verið fyri einum ukrainskum dronuálopi í nátt.
Tað var í 2014, at Russland tók Krim frá Ukraina.
Fleiri tíðindastovur og harímillum AFP vita at siga, at tað var eitt orkuverk í størsta býnum á oynni, Sevastopol, sum varð rakt í álopinum í nátt.
Sevastopol er eisini býurin, har russiski svartahavsflotin hevur havt sína herflotastøð.
Myndugleikarnir á Krim siga, at skaðarnir av dronuálopinum í nátt vóru avmarkaðir, og at eingin fólkaskaði var.