Teir fyrstu ukrainsku flogskipararnir venja nú at flúgva F-16 stríðsflogfør í Danmark.
Tað gera teir eftir at hava vefið ígjøgnum grundleggjandi venjing hjá bretsku flogverjuni RAF.
Tað skrivar danska verjan á X.
Í bólkinum eru seks royndir ukrainskir flogskiparar, sum hava fingið undirvísing íesnkum serliga ætlað loftferðslu, skrivar bretska verjumálaráðið.
10 ukrainskir flogskiparar afturat vóru við í málundirvísingini í Bretlandi, men eru ikki komnir til Danmarkar.
Teir halda fram við grundleggjandi flogvenjing í Bretlandi.
Endamálið við venjingini er, at ukrainska loftverjan skal hava grundleggjandi førleikar og møguleikar at flúgva, umvæla og halda við líka F-16 stríðsflogfør.
Danmark og 10 onnur lond fóru fyri í ár saman í eina samgongu, sum júst skal tryggja hetta.
– Tað er púra avgerandi, at ukrainar fáa møguleikan at verja loftrúmið hjá sær, segði Troels Lund Poulsen um átakið aftur í juli í 2023.
– Tað er eitt stórt og lagtætlað átak, og tí er tað av týdningi, at vit nú eru fleiri lond, sum eru saman um at fara undir hesi uppgávuna. Sum frálíður fer tað at gera ein stóran og týdningarmiklan mun fyri ukrainska frælsisstríðið.
/ritzau/