Ukrainski verjumálaráðharrin, Oleksij Reznikov, lovar, at Ukraina fer at hevna seg, eftir at fleiri ukrainskir býir hava verið fyri russiskum rakettálopum í morgun.
Millum býirnar, sum vórðu álopnir, er høvuðsstaðurin, Kyiv. Kyiv hevur annars ikki verið álopin av russum síðan tíðliga í summar.
- Okkara fíggindi verður sektaður fyri ta pínu, hann hevur volt okkum. Vit fara at hevna okkum, skrivar ukrainski verjumálaráðharrin á sínum Facebook vanga.
Sambært Reuters hevur ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba, eisni gjørt viðmerkingar til russisku álopni í morgun.
- Vladimir Putin er ein yvirgangsmaður, sum samskiftir við rakettum, skrivar uttanríkisráðharrin á Tvitter.
##med2##
Dmytro Kuleba leggur aftrat, at einasti taktikkur hjá Vladimir Putin er yvirgangur móti friðarligum ukrainskum býum.
Ukrainski uttanríkisráðharrin vissaði um, at tað fer ikki at eydnast russiska forsetanum at bróta niður Ukraina.
Sambært útlendskum miðlum eru fleiri sivilfólk deyð í álopinum, og onnur eru løstað, men enn eru eingi almenn tøl upplýst.












