- Ukrainski herurin tekur seg alsamt nærri Kherson-býi har suðuri í Ukraina, og tað er óvist, hvat russar fara at gera.
Tað veit amerikanska tankasmiðjan ISW, Study of War, at siga.
Russisku hersetingarleiðararnir í Kherson hava seinastu dagarnar flutt stóran part av sivilfólkinum í Kherson-økinum burtur, samstundis sum herurin hevur tikið húsini.
Leiðararnir, sum enn hava ræðið í Kherson-býi, hava sagt, at teir treyðugt vilja rýma úr býnum, men her verður roknað við hørðum bardøgum.
- Rýma vit úr býnum, kann tað gerast eitt tungt tak seinni, sigur varaguvernørurin í býnum, Kirill Stremousov, sum russar hava sett til valið.
Hetta sigur hann sambært Reuters í russiskum sjónvarpi.
Kherson er ein av fyrstu býunum, sum fall í russiskar hendur tíðliga í krígnum, tá Russland leyp á Ukraina hin 24. februar í ár.
Ukrainar hava sagt, at teir vilja taka Krim-hálvoynna aftur, sum russar tóku í 2014, men um hetta skal eydnast, mugu ukrainar fyrst taka býin Kherson, ið virkar sum bindilið út á hálvoynna.
Eitt slíkt stig hjá ukrainum - um hetta fer at eydnast - hevði verið eitt stórt afturstig hjá Russlandi í krígnum móti Ukraina.











