Tað hevði fingið "fatalar avleiðingar" fyri ukrainsku hermenninar í Lysytsjansk, um teir hildu fram við stríðnum ímóti russiska hersetingarvaldinum í býnum, veit tíðindastovan Reuters at siga.

Ukrainski herurin er rýmdur úr Lysytsjansk

So seint sum fyrr í dag vildi forsetin, Volodymyr Zelenskyj, ikki ásanna, at ukrainski herurin var farin úr Lysytsjansk.

 

Tað hevði fingið "fatalar avleiðingar" fyri ukrainsku hermenninar í Lysytsjansk, um teir hildu fram við stríðnum ímóti russiska hersetingarvaldinum í býnum, veit tíðindastovan Reuters at siga.

Í dag verður váttað, at ukrainsku hermenninir hava tikið seg úr býnum, Lysytsjansk, har eysturi í Ukraina, og at russiska hersetingarvalið nú hevur fult tamarhald á býnum.

 

Úr ukrainska høvuðsstaðnum verður í kvøld sagt, at tað hevði fingið "fatalar avleiðingar" fyri ukrainsku hermenninar, um teir hildu fram við stríðnum ímóti russiska hersetingarvaldinum í býnum.

 

Russiski herurin hevur nú eftirlit við øllum Luhansk-fylkinum í Donbas-regiónini har eysturi í Ukraina.

 

Amerikanska tankasmiðjan, The Study of War, heldur, at Lysytsjansk longu fall í russiskar hendur í gjár, tó at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, so seint sum fyrr í dag  ikki vildi viðganga, at ukrainski herurin var farin úr býnum.

 

Sambært tíðindastovuni NTB sigur The Study of War, at russiskir hermenn longu í gjár spákaðu róligir í gøtunum í býnum.

 

 

 

Tað hevði fingið "fatalar avleiðingar" fyri ukrainsku hermenninar í Lysytsjansk, um teir hildu fram við stríðnum ímóti russiska hersetingarvaldinum í býnum, veit tíðindastovan Reuters at siga.