Bretskar fregnartænastukeldur siga, at ukrainski herurin seinastu dagarnar hevur framt fleiri álop á russisku deildirnar har suðuri í Ukraina.
Sagt verður, at ukrainskar deildir hava framt álop við langtberandi rakettum móti russiskum kommandostøðum í øllum tí hersetta økinum har suðuri.
- Ukrainska uttanríkisráðið hevur eisini deilt video av ukrainskum flogførum við ferðmiklum anti-strálurakettum, sonevndum HARM-rakettum.
Í nýggjastu bretsku dagføringini verður eisini víst á, at Russland áður hevur sagt, at teir hava funnið leivdir av hesum slagi av vápnum.
- Hesi vápn eru serbygd til finna og oyðileggja radarar, verður lagt aftrat.
Russland leggur dent á sterka loftverju á landjørðini, og her hava radarar sín stóra týdning. Tí er tað ein trupulleiki fyri russisku deildirnar, tá HARM-skipanin finnir hesar radarar og oyðileggur teir.
- Ein munandi og varandi oyðilegging av hesum radarum hjá russum við HARM-rakettum kann gerast eitt stórt afturstig fyri Russland, verður sagt í nýggjastu dagføringini.










