Tíðliga í morgun skrivar tíðindastovan NTB, at fleiri spreingingar vóru at hoyra í ukrainska býnum, Kherson, í gjárkvøldið.
Hetta er ein býur, sum russiskar herdeildir skjótt tóku ræðið á, eftir at Russland leyp á Ukraina hin 24. februar í ár.
Sagt verður, at spreingingar vóru við sjónvarpstornið í býnum har suðuri í landinum, og russiskar rásir sløknaðu í eina løtu.
Ríkisriknað russiska tíðindastovan Ria Novosti veit at siga, at ukrainar skutu rakettir eftir býnum úr útnyrðingspartinum av landinum.
Sambært russisku tíðindastovuni hava russiskar rásir verið vístar í Kherson síðan næst síðstu viku.
Eftir álopið á sjónvarpstornið í gjárkvøldið vóru sendingarnar tiknar upp aftur nakað seinni.
Útlendskir miðlar vita at siga, at russiskar herdeildir hava roynt at styrkt sína støðu í býnum, men fólk mótmæla framvegis russisku hersetingini.











