Russiski forsetin Vladimir Putin gav í gjár russiska herinum boð um at "reka burtur" teir ukrainsku hermennirnar, ið fóru um russiska markið í farnu viku.
Ukrainar fóru týsdagin í farnu viku undir eitt álopsátak í russiska landslutinum Kursk, ið tók øll á bóli. Hetta er størsta álopið á Russland um eitt landamark síðani seinna heimskríggj.
"Eitt av týðiligu endamálunum er at sáa split og sundurlyndi, loypa ótta á fólk og oyðileggja samanhaldið millum russar og samanhangsmáttin í russiska fólkinum," segði Putin á einum sjónvarpaðum fundi við ráðharrar og embætisfólk í gjár. Á fundinum boðað guvernørurin í Kursk, Aleksej Smirnov, frá, at 120.000 russiskir borgarar eru fluttir úr økinum. Sambært guvernørinum eru 12 sivilfólk deyð, og 121 særd í bardøgunum, og Smirnov vildi eisini vera við, at ukrainar hava tikið 28 býir og bygdir.
Russiskir forsetin var rættiliga greiður í málinum, tá hann gjørdi greitt, at ukrainar skulu rekast úr aftur Russlandi. "Aðalmálið er sjálvandi at reka fíggindan av aftur okkara landøki," staðfesti russiski forsetin á fundinum, har millum annað verju- og trygdarpolitisku topparnar vórðu kallaðir saman.
Putin segði eisini, at Russland fer at "veita øllum í neyð stuðul" og hann helt eisini uppá, at áhugin at skriva seg upp at gera hertænastu er vaksin.
"Fíggindin fer at fáa tað aftursvar, sum hann hevur uppiborðið", segði forsetin eisini.
##med2##