Ukrainski herurin sigur seg hava skotið niður etitt av týdningarmestu russisku kommando flogførunum. Hendingin fór fram yvir Azovhavinum, sum er havið millum eystara part av Ukraina og Russland.
Ukraina siga, at talan er um eitt sonevnt Beriev A-50 radarflogfar, og haraftrat varð eitt russiskt Iljushin Il-22-flogfar rakt. Sambært ukrainsku verjuni hevur Russland bert níggju flogfør av slagnum, Beriev A-50.
Leiðarin fyri ukrainsku fregnartænastuni, Kyrolo Bodanov, váttar yvirfyri The War Zone, at flogførini eru rakt. Russiskir myndugleikar hava ikki gjørt viðmerkingar til ukrainsku álopini á flogførini.
Kyiv Independent veit at siga, at Beriev A-50-flogfarið varð skotið niður eftir eitt russiskt átak í Zaporizjzja-økinum klokkan 21.10 sunnukvøldið, og Il-22-flogfarið varð rakt stutt frammanundan sama kvøld.