Á fylgissveinamyndini er Olenegorskij Gornjak sleipaður í havn í Novorossijsk. At síggja til lekur olja úr skipinum, sum sambært bretska verjumálaráðnum hevur eina slagsíðu á 30-40 stig.

Ukrainar hava lopið á stórt russiskt landgonguskip

Olenegorskij Gornjak er størsta russiska herskipið eftir rakettkrússaran Moskva, sum tað hevur eydnast ukrainska herinum at skaða - ella oyðileggja - í krígnum higartil.

Á fylgissveinamyndini er Olenegorskij Gornjak sleipaður í havn í Novorossijsk. At síggja til lekur olja úr skipinum, sum sambært bretska verjumálaráðnum hevur eina slagsíðu á 30-40 stig.

Næst síðstu nátt gjørdu ukrainskar sjódronur um seg í russiskum øki í Svartahavinum.

 

Bretska verjumálaráðið sigur í dagføring, at fylgisveinamyndir eitt nú vísa russiska landgonguskipið, Olenegorskij Gornjak, sum liggur í havnini í Novorossijsk í Russlandi og at síggja til lekur skipið olju.

 

Skipið fekk eftir øllum at døma álvarsligan skaða, tá tað varð álopið við sjódronum nærindis russiska svartahavsbýnum.

 

Á fylgissveinamyndini omanfyri er skipið sleipað í havn í Novorossijsk í Russlandi, og myndirnar benda á, at olja lekur úr Olenegorskij Gornjak.

 

Sambært bretska verjumálaráðnum hevur skipið eisini eina slagsíðu á 30-40 stig.

 

- Hetta bendir á, at hol er á skipinum, og at fleiri vatntøtt skott í skrokkinum eru farin, sigur verjumálaráðið í sínari seinastu dagføring.

 

Ein ukrainsk sjódrona skal hava rakt skipið, og sambært BBC siga ukrainskir myndugleikar, at dronan hevði 450 kilo av dynamitti við sær, tá hon rakti skipssíðuna.

 

Sambært bretska verjumálaráðnum er landgonguskipið, Olenegorskij Gornjak, merkt til 3600 tons, og skipið er 113 metrar langt.

 

##med2##

 

- Hetta merkir, at Olenegorskij Gornjak er størsta skipið eftir krígsskipið, Moskva, sum tað hevur eydnast ukrainska herinum at skaða - ella oyðileggja - í krígnum higartil.

 

Bretska verjumálaráðið leggur aftrat, at tað var í apríl í fjør, at stóri rakettkrússarin, Moskva, varð søktur í Svartahavinum.

 

- Hetta er ein munandi smeitur fyri russiska svartahavsflotan, sum er fluttur inn til russiska býin, Novorossijsk, tí tað gjørdist ótrygt hjá herflotanum í Sevastopol á Krim-hálvoynni, sigur verjumálaráðið í morgun.  

 

Á fylgissveinamyndini er Olenegorskij Gornjak sleipaður í havn í Novorossijsk. At síggja til lekur olja úr skipinum, sum sambært bretska verjumálaráðnum hevur eina slagsíðu á 30-40 stig.

Her er sjódronan á veg út til stóra russiska landgonguskipið við 450 kilo'um av dynamitti.