Ukrainar halda Eurovision á metrostøð í Kyiv

Tá Ukraina skal finna sítt evni til Eurovision verður tað í einum vernarrúmi á eini metrostøð

 

Ukrainski bólkurin Kalush Orchestra vann Eurovision í ár við sanginum "Stefania". (Arkivfoto). - Foto: Yara Nardi/Reuters

Eurovision-kappingin hjá Ukraina verður í einum verndarrúmi. Tað sæst á heimasíðuni hjá Eurovision sambært eurovisionworld.com, sum hevur tíðindi og upplýsingar um altjóða eurovisionkappingina, sum ítøkiliga verður á metrostøðini Majdan Nezalezjnosti í Kyiv.

Støðin er við Frælsistorgið í ukrainska høvuðsstaðnum. Fyri kríggið vóru ofta skrúðgongur, konsertir og onnur tiltøk hildin á satðnum, sum eisini hevur verið karmur um nógv mótmæli.

Ukrainska eurovisionkappingin verður 17. desember, og vinnarin av kappingini fer víðari til aljtóða Eurovision sangkappingina.

Tað var ukrainski hiphop-bólkurin Kalush Orchestra, sum vann Eurovision í ár við sanginum »Stefania«.

Tað er siður, at vinnarlandið verður vertur fyri kappingini árið eftir. Men tað ber ikki til í Ukraina, sum er í kríggi.

Tað er bæði av trygdarávum, men eisini tí, at tað krevur nógv at framleiða tiltakið, hava fyrireikararnir sagt.

Í staðn verður Bretland – sum var nummar tvey – vertur næsta ár. 

Sendingini verður í enska býnum Liverpool tann 13. mai í 2023, og Ukraina er sum vinnari beinleiðis víðari í kappingini.

Í Eurovision eru tvær hálvfinalur, sum verða tveir ymsar dagar. Teir tíggju sangirnir frá hvørjari hálvfinalu við hægstu atkvøðunum fara víðari til finaluna.

Umframt Ukraina eru eisini tey lond, sum standa fyri størstu fíggingini av tiltakinum, tey sonevndu »big five« – beinleiðis við í finaluni. Tað eru lond sum Frankaríki, Italia, Spania, Bretland og Týskland.

/ritzau/

 

 

Ukrainski bólkurin Kalush Orchestra vann Eurovision í ár við sanginum "Stefania". (Arkivfoto). - Foto: Yara Nardi/Reuters