Bretska verjumálaráðið sigur í sínari dagføring í morgun, at Ukraina hevur framgongd á hermótinum.
- Ukrainski herurin hevur havt framgongd í fleiri økjum, bæði sunnanfyri og norðanfyri býin, Bakhmut í Donetsk-regiónini.
Verjumálaráðið sigur, at lítil tekin eru til, at Russland hevur eyka herlið sum kunnu standa ímóti hóttanunum í fleiri økjum á hermótinum.
- Hetta snýr seg um leiðina úr Bakhmut til ánna, Dnipro, og hetta er ein teinur á meira enn 200 kilometrar, verður lagt aftrat.