Forsætisráðharrin í Ukraina, Júlía Tímosjenko, sum stillar upp til forsetavalið um átta dagar, segði í gjár, at verður hon vald til forseta, fer hon at virka fyri, at Ukraina fær limaskap í ES innan fimm ár.
Hon legði afturat, at sum forseti fer hon at royna at fáa samráðingarnar um limaskap í gongd í hesum árinum.
Meiningakanningar benda annars á, at tað verður trupult hjá Juliu Timosjenko at vinna forsetavalið, tí sambært kanningunum er hitt høvuðsvalevnið, Viktor Janúkovitsj, umleið 10 prosentstig frammanfyri.
Forsetaskeiðið í Ukraina er fimm ár.