Ukraina sigur seg hava steðga álopi á Zelenskyj

Eitt álop á ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, var ávegis. Men tað varð steðgað av agentum frá ukrainsku trygdartænastuni, SBU.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur verið mál hjá russisku fregnartænastuni, FSB, heldur Ukraina. (Arkivfoto). - Foto: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix

Tað sigur trygdartænastan, skrivar Reuters.

SBU hevur handtikið fleiri sum helst eru russiskir agentar. Tað var eftir øllum at døma ein uppgáva fyri russisku fregnartænastuna, FSB.

Agentarnir høvdu sambært SBU sníkt seg inn í ukrainsku tjóðarhirðuna.

Zelenskyj stendur á einum lista yvir persónar, sum myndugleikarnir í Russlandi leita eftir og vilja handtaka.

Tað er ógreitt, hvat fólkavald forsetin ítøkiliga hevur gjørt, umframt at hann er forseti í landinum, sum Russlandi gjørdi innrás í 24. februar í 2022.

/ritzau/Reuters

 

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur verið mál hjá russisku fregnartænastuni, FSB, heldur Ukraina. (Arkivfoto). - Foto: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix