Ukraina hevur rakt enn eina russiska oljugoymslu

35 av 39 dronum, sum russar í nátt hava skotið eftir málum í Ukraina, eru skotnar niður, veit ukrainska loftverjan at siga.

Myndin er ikki frá ukrainska álopinum á russisku oljugoymsluna í nátt, men frá einum øðrum álopi.

Í morgun sigur ukrainska loftverjan, at 35 av 39 dronum, sum russar í nátt hava skotið eftir málum í Ukraina, eru skotnar niður.

 

Hetta veit tíðindastovan, Reuters, at siga í morgun.

 

Lagt verður aftrat, at russisku dronurnar eru skotnar niður har eysturi og har suðuri í landinum.

 

Reuters veit eisini at siga, at ein ukrainsk drona hevur sett eld í eina russiska oljugoymslu í Kursk-regiónini.

 

Kursk-regiónin liggur uppat markinum til Ukraina.

 

Tíðindastovan endurgevur guvernørin í regiónini, Roman Starovojt, fyri at bera tíðindini um ukrainska álopið á oljugoymsluna.

 

- Sløkkilið og neyðhjálparfólk arbeiða í økinum, har eldur er í goymsluni, skrivar guvernørurin sambært Reuters á Telegram.

 

 

 

Myndin er ikki frá ukrainska álopinum á russisku oljugoymsluna í nátt, men frá einum øðrum álopi.