Eldur er í einari oljugoymslu í Brjansk-regiónini í Russlandi eftir eitt dronuálop í dag. Í Ukraina siga tey, at tað var ukrainski herurin, sum stóð aftan fyri álopið.
Guvernørurin í russisku regiónini, Aleksandr Bogomaz, sigur á Telegram, at eldur kom í goymsluna, tá ein drona varð skotin niður.
- 13 sløkkiliðsbilar eru á staðnum, og ein talsmaður fyri lokala jarnbreytarfelagið sigur, at eitt tok eisini er komið við útgerð at sløkkja eldin, veit tíðindastovan NTB at siga.
Higartil er einki frætt um særd ella deyð í álopinum, og guvernørurin í Brjansk-regiónini sigur, at arbeitt verður við at sløkkja eldin.
Fyrrapartin í dag sigur ein kelda í ukrainska herinum, at Ukraina stendur aftan fyri álopið. Keldan sigur við AFP, at dronuálopið var ein partur av átakinum móti oljugoymsluni.
- Í gjár, hósdagin, átók Ukraina sær eisini ábyrgdina av einum dronuálopi í Leningrad-regiónini, 100 kilometrar úr ukrainska markinum, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.












