Føroyar hava higartil tvær av átta teimum sterkastu fótbóltstjóðunum í heiminum í sínum bólki. Og heilt víst eina av fýra teimum sterkastu, kundi verið lagt afturat.
Ukraina vann seg í gjárkvøldi í 1/8-finaluna móti Italia, eftir at teir vunnu brotssparkskapping móti Sveis.
Við tveimum liðum, sum bæði hava tolsemi og kontrafótbólt sum fremstu dygdirnar, var málleysi javnleikurin kanska ikki so óvæntaður. Heldur einki mál kom í longdu leiktíðini, og so mátu brotsspørk til.
Her misnýtti Shevchenko fyrstu royndina, men síðani vendi alt rætta vegin hjá Ukraina, Sveis megnaði ikki at skora upp á nakra av sínum royndum.