Ukraina hálvtannað bein í endaspælinum

Fleiri dystir í HM-undankappingini vóru mikukvøldið, og í bólkinum, sum danir eru við í, hevur Ukraina nærum vissa sær fyrstaplássið og harvið pláss í HM-endaspælinum.

Ukraina var mikukvøldið á útivølli og leikti móti evropameistarunum úr Grikkalandi í Athen, og Ukraina vann dystin 1-0 við einum máli, sum Husin skeyt smáar tíggju minuttir fyri leiklok. Við sigrinum hevur Ukraina nú 23 stig, meðan Turkaland á næstfremsta plássinum hevur 16 stig.
Danir leiktu á heimavølli móti Albania, og Danmark gjørdi sína skyldu og vann 3-1. Nýggi álopsmaðurin hjá dønum, Søren Larsen, ið mikukvøldið leikti bert sín næsta landsdyst, fekk møguleikan frá byrjan, og hann takkaði fyri álitið við at skora tvey tey fyrstu donsku málini.

Koller gjørdi bart
Er spenningurin um oddasessin horvin í bólkinum hjá dønum, so kann tað sama ikki sigast um bólk 1. Har liggja Holland og Kekkia nevnliga stavn um stavn í fremstu røð. Holland, sum mikukvøldið vann 4-0 í Helsinki á Finlandi, er eitt stig framman fyri Kekkia.
Kekkar høvdu fyrrakvøldið vitjan av Makedonia, og hóast makedonar løgdu bragdliga fyri og løgdu seg á odda, vunnu kekkar ein greiðan sigur. Stóra hetjan hjá kekkum var álopsrisin, Jan Koller, ið skeyt fýra mál á rað og harvið legði lunnar undir 6-1 sigurin hjá Kekkia.

Dramatikkur í Valencia
Ein tann mest dramatiski dysturin mikukvøldið var dysturin í bólki sjey millum Spania og Bosnia, sum var leiktur í Valencia.
Bosniska liðið legði seg á odda 1-0 stutt fyri steðgin við einum máli, sum Misimovic skeyt, og leingi sá út til, at hetta fór at gerast endaliga úrslitið.
Talan var um ein sera harðan dyst við nógvum kortum, og tá ið urið rundaði teir 90 minuttirnar fekk Bosnia innskifta Halilovic riknan av vølli, samstundis sum eykadómarin vísti, at seks minuttir vóru lagdir afturat vanligu leiktíðini.
Spaniólar royndu at trýsta óført teir minuttirnar, ið vóru lagdir afturat, og tá ið minni enn ein minuttur var eftir, fekk Bosnia Papac riknan av vølli, so at teir allarseinastu sekundini bert vóru níggju mans á vølli.
Tað vísti seg at gerast dýrt, tí við allarseinasta sparkinum í dystinum, fekk spanski verjuleikarin Marchena javnað fyri Spania til 1-1, og áskoðarafjøldin á Mestalla leikvøllinum í Valencia var á gosi.