Ukraina fyrireikar mótálop: Vilja trýsta russarar út

Ukrainski verjumálaráðharrin og forsetin senda sterk boð um, at teir stríðast hart fyri at vinna á Russlandi.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, heldur, at heimurin hevur broytt fatan av Ukraina av krígnum(Arkivfoto). - Foto: Evan Vucci/Ritzau Scanpix

Ukraina leggur til rættis mótálop í krígnum ímóti Russlandi.

Tað sigur ukrainski verjumálaráðharrin á eitt ára degnum fyri russisku innrásina, skrivar tíðindastovan AFP.

– Fyri einum ári síðani var tað trupult hjá okkum at fáa tung vápn. Í dag síggja siviliserað lond, at vit eru evropiska verjan móti eystri.

– Tað verður eitt mótálop. Vit arbeiða hart við at fyrireika og tryggja tað, sigur verjumálaráðharrin, Oleksii Reznikov.

Sambært ráðharranum eru ukrainsku deildirnar í ferð við at leggja til rættis eitt mótálop, sum skal trýsta russisku hermenninar úr landinum.

Eisini forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, hevur í dag boðskapin um, at ukrainsku deildirnar halda fram við stríðnum við røttum ryggi.

– Vit hava megnað tað. Vunnið er ikki á okkum. Og vit gera alt fyri at røkka sigrinum í ár, sigur Zelenskyj í einum boðum á Facebook.

Sambært forsetanum broyttu fyrstu mánaðirnir av krígnum »heimsins uppfatan av Ukraina«. Ukraina fall ikki upp á tríggjar dagar, men megnaði í staðin at bremsa tí næststerkasta herinum í heiminum, vísir hann á.

– Ukraina hevur givið heiminum íblástur. Ukraina hevur savnað heimin, sigur Zelenskyj.

Myndirnar niðanfyri vísa gongdina í krígnum:

/ritzau/AFP

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 


 

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, heldur, at heimurin hevur broytt fatan av Ukraina av krígnum(Arkivfoto). - Foto: Evan Vucci/Ritzau Scanpix