Ukraina fór við øllum

Kvinnulandsliðið legði í kvøld rygg til 3-0 tap á Tórsvølli ímóti Ukraina

Mynd: Televarpið

Síðsta bríksl hevur ljóðað á Tórsvølli, har 1060 áskoðarar í kvøld hava verið vitni til HM undankappingardyst millum kvinnulandsliðið hjá Føroyum ímóti Ukraina.

 

Gestirnir úr krígsherjaða Ukraina vunnu 3-0, eftir at teir í fyrra hálvleiki vóru frammanfyri 2-0. 21. oktober í fjør vann Ukraina 4-0 á heimavølli ímóti Føroyum. 

 

Gestirnir løgdu fyri sum eitt ódnarveður, og tá ið eitt korter var farið, var støðan 2-0. Fyrra málið skoraði Nadiia Kunina í 12. minutti, og tríggjar minuttir seinni økti  hon um munin til 2-0.

 

Síðan lætti trýstið nakað, og føroysku spælararnir hava í løtum megnað at varðveita bóltin. Stórar fimm minuttir undan steðgin hevði Føroyar besta møguleikan, tá ið Ansy Sevdal Jakobsen við handara stólpa setti høvdið undir bóltin eftir horna úr vinstru frá systrini Heidi Sevdal, men bólturin fór skeivu megin stólpan.

 

Fýra minuttir undan leikloki varð trivaligi 3-0 sigurin hjá gestunum staðfestur.

 

-Aftur í kvøld vórðu vit mintar á, at tær, sum vit spæla ímóti, eru kvikari enn vit, bæði í tanka og handling, og tað kom illa við, at vit beinanvegin fingu tvey mál ímóti okkum, men tí betur fótaðu vit okkum, og í løtum høvdu vit gott tak á spælinum, segði NSÍ miðvallarin Ansy Sevdal Jakobsen eftir dystarlok.

 

Týsdagin verður aftur HM undankappingarfótbóltur, tá ið Skotland verður gestur á Tórsvølli.

 

 

 

Føroyar – Ukraina (0-2)

 

0-1: Nadiia Kunina 12.

 

0-2: Nadiia Kunina 14.

 

0-3: Lyubov Shmatko 83.

 

Dómarakvartett: Louise Thompson og Victoria Finlay Norðurírland, Lucy-Anne Briggs og Emily Heaslip(4. Dómari) Ongland

 

1060 áskoðarar

 

Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen – Maria á Lakjuni, Birita Ryan, Sarita Maria Mittfoss, Ásla Johannesen (Tórunn Joensen, 46.) – Mona Rasmusardóttir, Ansy Sevdal Jakobsen, Sanna Svarvadal, Jensa Tórolvsdóttir, Heidi Sevdal (Julia Naomi Mortensen, 76.) – Lea Lisberg (Rebekka Fjallsá Benbakoura, 66.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Valborg Østerø, Rakul M. Johannesen, Olga Kristina Hansen, Hervør Olsen, Tóra Mohr, Ásá Stórá Carlsen, Rúna Jacobsen

 

Venjari: Lene Terp             

 

Mynd: Televarpið