- Flogvanlukkan, sum eftir øllum at døma hevur tikið lívið av Wagner-leiðaranum, Jevgenij Prigozjin, er eitt tekin frá Kreml til mótstøðufólk í Russlandi. Soleiðis sigur ein av ráðgevunum hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj.
Ráðgevin, sum kallast Mykhaylo Podolyak, sigur á sosialum miðlum, at elimineringin - ella burturbeiningin - av Jevgenij Prigozjin og hansara deildum eftir kvettroyndina móti Moskva, er eitt tekin til russisku elituna. nú val verður aftur í Russlandi í 2024.
Eisini í Wagner, sum Jevgenij Prigozjin stóð á odda fyri, verður í kvøld sagt, at maðurin er deyður. Útlendskir miðlar siga eisini, at stovnarin av Wagner, Dmitrij Utkin, læt lív í sama flogfari.
Sagt verður í kvøld, at tíggju fólk lótu lív í privata jetflogfarinum í dag, og sambært russiskum myndugleikum stóð Wagner-leiðarin, Jevgenij Prigozjin, á ferðafólkalistanum.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi frá øðrum útlendskum miðlum í kvøld.
##med2##