Ukraina fer ikki at fyrigeva

Ukrainski forsetin sigur, at landið fer ongantíð at fyrigeva tað, hann rópar krígsbrotsgerðirnar, sum russar fremja í Ukraina.

 

Í nýggjari talu til ukrainska fólkið í nátt slær forseti landsins, Volodymyr Zelenskyj, hart út eftir russisku leiðarunum, sum hava ábyrgdina av innrásini.

 

Hann ávarði russar um, at hvør einasti hermaður, sum fremur krígsbrotsverk í Ukraina, verður jagstraður til "gøvina", sum hann tekur til. 

 

Volodymyr Zelenskyj vísti eitt nú til tey sivilu, sum í gjár vórðu dripin í býnum Irpin, nærindis høvuðsstaði landsins.   

 

- Hetta vóru foreldur og børn, sum lógu eftir á, tá tey royndu at flýggja úr býnum, sigur forsetin, sum spyr, hvussu nógvar familjur sum hendan eru deyðar í álopunum higartil.

 

Hann segði, at ukrainar fara ongantíð at fyrigeva og ongantíð at gloyma, men fara at sekta hvønn einstakan, sum hevur framt ræðuleikar í landinum.

 

- Vit skulu finna hvønn einstakan, sum hevur skotið eftir okkara býum og okkara fólki - og sum hava bumbað okkara land, segði Volodymyr Zelenskyj í røðu í nátt.

 

Hann legði aftrat, at tað, sum russiski herurin higartil hevur gjørt, ikki tykist vera nóg mikið fyri Russland.

 

- Lagnurnar eru eftir øllum at døma ikki nóg nógvar, og fleiri skulu doyggja í krígnum, segði Volodymyr Zelenskyj.