Myndin er frá russiskum dronuálopi á ukrainska havnarbýin, Izmajil, nærindis Odesa mánanáttina. Russar hava í fleiri umførum lopið á týdningarmiklar havnarbýir, haðani korn verður útflutt.

Ukraina: Eitt fólk læt lív í Izmajil

Býurin er týdningramikil fyri útflutning av korni og hevur fleiri ferðir verið álopin seinastu vikurnar.

Myndin er frá russiskum dronuálopi á ukrainska havnarbýin, Izmajil, nærindis Odesa mánanáttina. Russar hava í fleiri umførum lopið á týdningarmiklar havnarbýir, haðani korn verður útflutt.

Russisku álopini á Ukraina halda fram, og soleiðis hevur eisini verið í nátt.

Aftur í nátt hevur eitt fólk latið lív í russiskum álopum á býin, Izmajil, í Ukraina.

Guvernørurin í økinum, Oleh Kiper, sigur á Telegram, at dronuálopið rakti havnina í býnum, sum liggur við Donau.

Býurin, Izmajil, er týdningramikil fyri útflutning av korni og hevur fleiri ferðir verið álopin seinastu vikurnar.