Aris Messinis/AFP/Ritzau Scanpix

Ukraina eggjar borgarum at hjálpa at verja landið

Ukrainska stjórnin er til reiðar at senda vápn til allar borgarar, sum vilja verja landið ímóti Russlandi

 

Aris Messinis/AFP/Ritzau Scanpix

Allir ukrainskir ríkisborgarar, sum er klárir og førir fyri at taka til vápna, verða bidnir um at fara upp í verjudeildina hjá Ukraina.

Tað hendir í dag, at eftir at Russland er farið undan eina stóra atsókn ímóti landinum.

Áheitanin kemur frá ukrainska forsetanum, Volodimir Zelenskij.

Forsetin sigur harumframt, at tann ukrainska stjórnin er til reiðar at býta út vápn til øll, sum vilja taka til vápin fyri at verja seg ímóti Russlandi.

Verjumálaráðharrin í Ukraina, Olekseij Reznikov, hevur í dag - eins og Zelenskij - eisini heitt á fólkið um at leggjast afturat ukrainsku stjórnardeildunum.

/ritzau/Reuters

 

 

Aris Messinis/AFP/Ritzau Scanpix