Ukraina biður Kina um stuðul til friðarsamrøður

Í byrjanini av 2023 legði Kina fram sítt egna uppskot um friðarætlan millum stríðandi partarnar í Ukraina.

Høgtstandandi kinesiski sendimaðurin, Li Hui.

Ukraina hevur enn einaferð heitt á Kina um stuðul til sína ætlan um frið í landinum. Áheitanin varð endurtikin á einum fundi við høgtstandandi kinesiska sendimannin, Li Hui.

 

Friðarætlanin hjá Ukraina leggur upp til, at Russland tekur sítt herfólk úr øllum ukrainskum øki. Men, her hevur Russland sagt, at ein slík ætlan er órealistisk.

 

Í byrjanini av 2023 legði Kina fram sítt egna uppskot um friðarætlan millum stríðandi partarnar, sum eitt nú fevnir um vápnahvíld, leyslating av krígsfangum og friðarsamrøður.

 

Ukrainskir politikarar hittu eisini kinesiska sendimannin fyri friðartoppfundin, sum var í Sveis.

 

Nær ein nýggjur fundur verður millum ukrainskar myndugleikar og sendimannin um frið í Ukraina er ikki greitt, men væntandi er, at fundurin verður einaferð til várs.

 

Hetta skriva útlendskir miðlar í dag.

 

Høgtstandandi kinesiski sendimaðurin, Li Hui.