Ukraina avsannar vápnaða atsókn í Russlandi

Russiskir myndugleikar siga, at tað er ein ukrainskur "sabotagu-bólkur", sum hevur framt álop í Belgorod-fylkinum í Russlandi, men ukrainskir myndugleikar siga, at teir hava einki við hetta at gera.

 

Hesa myndina frá álopi á Belgorod-fylkið nærindis ukrainska markinum hevur Ukrainska Pravda í dag.

Sum skilst, er álop í dag framt á Belgorod-fylkið í Russlandi, men trupult er í løtuni at finna út av, hvat álopið ítøkiliga snýr seg um. Kreml-talsmaðurin, Dmitrij Peskov, sigur, at bæði russiska verjumálaráðið, forseti landsins, Vladimir Putin, og marknaðvaktir eru kunnað um støðuna.

 

Russiska tíðindastovan RIA ber eisini hesi tíðindi í dag. 

 

Belgorod-fylkið liggur nærindis markinum til Ukraina, men í Ukraina vísa myndugleikarnir aftur, at teir hava nakað við álopið at gera. Áður hevur verið lopið á goymslur í Belgorod, tí hildið hevur verið, at tað er her, at russiski herurin fær partar av sínum veitingum til kríggið í Ukraina.

 

- Vit síggja hendingina í Belgorod-fylinum við áhuga, og vit fylgja gongdini, men vit hava einki við hetta, sum er hent, at gera, sigur ráðgevin hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, og ráðgevin kallast Mykhajlo Podoljak.

 

Sambært Kreml hevur ukrainskur "sabotagu-bólkur" tikið seg inn í Russland fyri at avleiða uppmerksemi um gongdina í býnum, Bakhmut, har eysturi í Ukraina.

 

Fyrr í dag segði guvernørurin í Belgorod-fylkinum, Vjatsjeslav Gladkov, at ein  sabotagu-og njósnarabólkur hjá ukrainska herinum hevur tikið seg inn í russiska fylkið. Hann legði aftrat, at russiskir hermenn nú royna at týna ukrainska bólkin.

 

Sambært guvernørnum hava eingi sivilfólk fingið skaða í átakinum.

 

Kreml-talsmaðurin, Dmitrij Peskov, sigur sambært tíðindastovuni RIA, at russiski herurin roynir at jagstra og týna sabotagu-bólkin, sum hann tekur til.

 

Hernaðarliga ukrainska fregnartænastan sigur, at tað eru russiskir borgarar, sum standa aftanfyri vápnaða átakið í Belgorod í dag. Víst verður á, at talan er um hálvhernaðarligar bólkar, sum hava lopið á.

 

- Vit kunnu bara ynskja russiskum borgarum, sum vilja taka eitt vápnað stríð upp við kriminellu russisku stjórnina og Vladimir Putin, vælkomnum, siga ukrainsku myndugleikarnir seinnapartin í dag.

 


 

 

Hesa myndina frá álopi á Belgorod-fylkið nærindis ukrainska markinum hevur Ukrainska Pravda í dag.