Russland hevur enn einaferð framt fleiri álop móti Ukraina.
Loftávaringar hoydust tíðliga í morgun, tá ukrainska verjan fann russisk flogfør, sum skutu hypersoniskar rakettir.
Tað skrivar BBC.
Sambært fjølmiðlunum sigur loftverjan í Ukraina, at eitt stórt álop við ballistiskum rakettum hóttir alt landið.
Samstundis eru fleiri dronuálop fráboðað.
Í eini fráboðan frá russiska verjumálaráðnum hevur Russland sambært BBC brúkt langtrøkkandi neyvleikavápn bæði í luftini og á sjónum til at leypa á ukrainskar orkustøðir og tilhoyrandi undirstøðukervi.
Tað skal hava hent um alt Ukraina. Herundir bæði í høvuðsstaðnum Kiev, í býnum Lviv og í økjunum Kharkiv og Odessa.
Sambært tíðindastovuni Reuters sigur herurin í Ukraina tíðliga týsdagin, at fýra fólk hava latið lív í álopunum.
Tvey teirra doyðu, tá eitt hotell varð "lagtí oyði" í býnum Kryvyi Ri.
Tvey onnur doyðu í býnum Zaporizjzja, sum liggur eystan fyri Kryvyi Ri.
Eygnavitni í Kiev siga við Reuters, at í minsta lagi tríggjar ymiskar spreingingar hava verið í býnum í nátt.
Júst hvønn skaða álopini kunnu hava elvt til bygningar og undirstøðukervi er ikki greitt enn.
Fráboðanirnar koma eftir, at fleiri ukrainsk øki eisini vórðu rakt av russiskum loftálopum mánadagin.
Mánanáttina lótu í minsta lagi sjey fólk lívið, tá Russland, sambært Reuters, sendi fleiri enn 200 dronur og rakettir út.
Undirstøðukervið fekk eisini skaða, og amerikanski forsetin, Joe Biden, fordømdi hendingina, sum hann kallaði "óhoyrda".
Í nátt frættist aftur um, at Russland var í ferð við at fremja eitt loftálop í Ukraina.
/ritzau/