##med2##
Víkingur hølvaði B68 av á Svangaskarði í dag. Tað endaði heili 6-0 til Víking. Tað var tó ikki fyrrenn beint undan steðginum, at Víkingur legði seg á odda 1-0, men í seinna hálvleiki gjørdist talan um skrædl.
B68-Víkingur 0-6 (0-1)
0-1 Arnbjørn Svensson (45.)
0-2 Andreas Lava Olsen (48.)
0-3 Sølvi Vatnhamar (54.)
0-4 Ingi Jonhardsson (59.)
0-5 Olaf Bárðarsson (68.)
0-6 Sølvi Vatnhamar br. (90. +)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra stuttu samrøðurnar reportarin hjá FM1, Árni Gregersen gjørdi við Łukasz Cieślewicz hjá B68 og Noah Mneney hjá Víkingi.
Lukasz staðfestir, at B68 fekk ein harðan lærdóm í dag, men hann heldur, at B68 eigur nóg mikið í sær at vinna sær rættin at spæla í Betrideildini komandi kappingarár eisini.
Noah sigur, at tað var krav hjá Víkingi at vinna dystin, og tí var tað gott at liva upp til málsetningin.











