? Um tú stavar navnið hjá mær aftanífrá, so fært tú eitt gott indinaranavn, sigur Gulli Johansen ? ella skulu vit sagt Illug.
Gulli er nakað fyri seg. Ein einmansherur, sum tekur tónleikin hjá sær í størsta álvara. Hann hugsar nógv um design og konsept til tónleikin hjá sær, og hesa ferð tók hann øll á bóli, tá hann kom ríðandi inn á gittara sínum sum indianari.
Human Chaos ella kanska Gulli dansar við úlvum.
? Eg hugsi eisini um, at fólk skulu hava okkurt fyri eyguni, tá ið eg spæli. Mær dámdi sera væl hugskotið, at eg skuldi vera indianari, og eg tók av beinan vegin, sigur Gulli.
? Onkur helt, at eg var fullkomiliga svakur, men fólk tóku sum heild sera væl ímóti mær.
Bleytari
Gulli hevði broytt tónleikin hjá sær eitt sindur hesaferð. Fyri tveimum árum síðani spældi hann enn harðari rocktónleik, men hesaferð var tað meira melodiøst.
? Eg valdi at gera tónleik, sum fleiri fólk kunnu lurta eftir, men tað er framvegis ikki langt frá tí tónleikinum, sum eg vanliga spæli, sigur Gulli.
Hann var væl nøgdur við sín framførslu.
? Eg spældi so væl, sum eg kundi. Eg fekk góða móttøku frá áhoyrarunum, men kanska dómararnir ikki dámdu tað fult so væl, sigur hann.
? Umstøðurnar í Fuglafirði vóru sera góðar.
Vónar at sleppa at spæla
Gulli hevur seinastu árini givið fleiri fløgur út við sínum tónleiki. Hann kundi eisini hugsað sær at givið eina nýggja fløgu út, men hann dugir ikki at siga, nær tann næsta fløgan kann væntast.
? Nú vóni eg, at eg fái møguleikan at spæla á onkrum konsertum næstu tíðina, sigur hann.
Ein møguleiki er, at hann og onkrir aðrir bólkar fara at ferðast til nakrar konsertir kring Føroyar.