Atfinningarnar hjá altjóða felagsskapinum standa í einari frágreiðing, sum varð almannakunngjørd mikudagin.
Deildir hjá ugandiska stjórnarherinum hava hersett partar av Kongo síðani 1998, og ugandiski stjórnarherurin styðjar eisini tríggjar uppreistrarfelagsskapir í Kongo við vápnum og venjing.
Human Rights Watch skrivar í frágreiðingini, at bardagarnir í teimum landspørtunum, sum Uganda hevur eftirlit við, at hava kostað fleiri túsund mannalív tær seinastu vikurnar, og at minst 15.000 fólk eru rikin frá húsi og heimi. Felagsskapurin biður ST leggja trýst á ugandisku stjórnina fyri at steðga áganginum.
Samstundis leggur felagsskapurin stýrið hjá ugandiska forsetanum, Yoweri Musuveni, undir at hava høvuðsábyrgdina av harðskapinum har eysturi í Kongo. Mannarættindini verða traðkað undir fót hvønn einasta dag, sigur felagsskapurin og vil hava ST at sekta ugandisku stjórnina.
Alison De Forges í Human Rights Watch sigur, at Uganda hevur áhuga í tí nógva náttúruríkidøminum í Kongo so sum gulli og diamantum, men at landið ger einki fyri at verja tey, sum har búgva. Tvørturímóti líða tey nógv, sigur hon.
Sama dag sum Human Rights Watch kunngjørdi sína frágreiðing, var norski menningarmálaráðharrin, Hilda Frafjord Johnson, í Uganda, har hon hitti m. a. Musuveni forseta. Uganda er millum tey afrikansku londini, sum fáa stóran fíggjarligan stuðul úr Noregi.