Ung fyri Miðflokkin bjóðar Føroya fólki til eina røð av almennum kjakfundum í apríl mánaði. Fyrsti almenni kjakfundur verður í Skúlanum við Ósánna tann 6. apríl kl. 19:30, har evnið landspolitikkur mótvegis lokalpolitikki er til umrøðu.
Á fundinum 6. apríl í Klaksvík luttaka eitt nú Annika Olsen landsstýriskvinnan í innlendismálum og Karsten Hansen løgtingsmaður fyri Miðflokkin.
Við hesi røð av kjakfundum ynskir Ung fyri Miðflokkin at varpa ljós á og umrøða viðkomandi samfelagslig evni á ein óheftan, kritiskan og fakligan hátt.
Skráin:
Mikudagin 6. apríl kl. 19:30, Skúlanum við Ósánna. Lokalpolitikkur mótvegis landspolitikki
Mikudagin 13. apríl kl. 19:30, Skúlin við Løkin. Kann atheisma blandast uppí politik
Mikudagin 20. apríl kl. 19:30, á Torginum í SMS. Talifrælsi
Hesum boða Ung fyri Miðflokkin frá í dag.