UEFA vil hava hjartakanningar

Leygardagin skakaði enn eitt deyðsfall fótbóltsheimin. Hetta tá liðskiparin hjá skotska Motherwell, Phil O’Donnell, small um í dysti móti Dundee United

Fótbóltur

 

35 ára gamli O’Donell hevur eina drúgva fortíð í skotskum fótbólti. Í drúgt áramál spældi hann við Celtic, og í Motherwell varð hann roknaður sum ein av berandi kreftunum. Leygardagin var hann á veg av vøllinum, tá hann fall í óvit, og komin á sjúkrahúsið varð staðfest, at hann var deyður.

 

Krevja hjartakanning

Læknin hjá Motherwell kundi seinni staðfesta, at orsøkin til deyðan var, at O’Donell hevði eitt álvarsamt hjartabrek, og tað hevur aftur fingið UEFA at taka avgerð um, at hjartakanning nú verður kravd fyri yrkisspælarar.

- Hendingin í Skotlandi vísir enn einaferð á tørvin fyri at kanna yrkisspælarar. Tú kanst ikki við vissu finna fram til allar hjartasjúkur hjá spælarunum. Men tú kanst finna nøkur dømi um hett,a og so hevur tú gjørt tað, sum er gjørligt at gera, sigur Jan Kyst Madsen við danska bold.dk. Jan Kyst Madsen er yvirlækni á sjúkrahúsinum í Gentofte og er limur í medisinsku nevndini hjá DBU.