Sambært Dailymail arbeiðir evropiska fótbóltssambandið við at økja talið av londum, sum koma til EM-endaspælið frá 24 til 32. Tað er tó ikki uttan mótstøðu, at UEFA vil økja um talið av dystum til EM-endaspælið.
Millum annað heldur felagið hjá spælarunum í Onglandi, Professional Footballers' Association, at hetta fer at skaða vøruna fótbólt, tí tað verða ov nógvir dystir á lágum stigi, tá so nógv lond skulu við til EM-endaspælið.
Ein slík broyting kemur óvia, at geva størri inntøkur til sjálvt EM-endaspælið, men PFA heldur fyri, at tað kann minka við tíðini, tá dygdin á fótbóltinum minkar. Hetta kemur eisini at taka broddin av undankappingini, tá 32 av 55 londum koma til endaspælið.
Í 2016 valdi UEFA at økja luttakaratalið frá 16 til 24, og nú er ætlanin at økja tað aftur til 32 í 2028. Tað er serliga teir ”tungu dreingirnir” í UEFA, sum skulu eitast at vilja økja talið av londum til EM-endaspælinum.










